Samrøða við formannin í Grindamannafelagnum á dimma.fo, í samband við at skipið hjá Paul Watson, John Paul Dejoria, sunnudagin breyt forboðið fyri at koma inn um 12 fjórðingar.

Grindamannafelagið hevur alit á løgregluni

– Vit hava álit á, at tað, løgreglan ger tað, sum best er at gera, sigur Grindamannafelagið, nú felagsskapurin hjá Paul Watson aftur er í Føroyum

Vit hava álit á, at arbeiðnum hjá løgregluni og teimum avgerðum, fútin tekur. Tað sigur Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum.

Felagsskapurin hjá Paul Watson er aftur komin til Føroyar í eini roynd at kúgva okkum til at gevast at drepa grind.

Skipið hjá felagsskapinum, John Paul Dejoria, fekk forboð fyri at koma inn um 12 fjórðingar, men tá ið grind var í Havn sunnudagin, breyt skipið bannið og kom heilt inn at molanum í Havn.

Men hann fekk einki gjørt við grindadrápið, og løgreglan gjørdi heldur ikki meiri við málið eftirsum einki hendi.

Løgreglan hevur tó skjalfest, at tey brutu bannið og tí kunnu tey vænta sær eina sekt.

Avgerðin hjá løgregluni um at lata John Paul Dejoria sleppa, er umstrídd. Summi halda, at skipið skuldi verðið tikið, men onnur halda, at tað var rætt atborið ikki at søkja at teimum.

Esmar Joensen sigur, at hann hevur álit á, at løgreglan ber seg at upp á ein máta, sum tænir málinum best og hann hevur eisini álit á, at fútin tekur tær avgerðir, sum tæna málinum best.

Hann heldur eisini, at uttan iva hevur løgreglan upplýsingar, almenningurin ikki hevur, tí tað er neyvan alt, sum vit vita og uttan iva fer nógv fram aftan fyri leiktjøldini, sum vit einki vita um.

Tí heldur hann, at løgreglan skal fáa náðir til at arbeiða sum frægast.

Hinvegin skilur hann væl, at fólk føla seg illa, nú Paul Watson kom heilt inn at molanum. Maðurin hevur áður sett lívið og heilsu á føroyskum politistum í vanda og hann hevur reypað sær av, at hann hevur søkt skip. Hann er eisini burturvístur úr fleiri londum og eftirlýstur fleiri staðni.

­– Men vita vit yvirhøvur um Paul Watson er við John Paul Dejoria í Føroyum, spyr formaðurin í Grindamannafelagnum.

Honum vitandi, og okkum vitandi, hevur eingin sæð hann enn, so tað er eisini ein møguleiki, at hann bara hevur sent nøkur viðhaldsfólk higar at gera tað skitna arbeiðið.

Annars heldur hann, at tað sum nú er avgerandi, er, at fólk sissa seg og ikki loypa fram av.

Tey vilja verða álopin, tí so fáa tey myndir til sína propagandamaskinur og tað gevur enn meiri pengar í kassan hjá Paul Watson.

– Paul Watson vil heldur enn fegin verða martyrur, men tað skal ikki eydnast honum, og tí skulu vit ikki loypa framav, sigur Esmar Joensen, formaður í Grindamannafelagnum.


Leinkja til greinuna: https://www.dimma.fo/grein/grindamannafelagid-hevur-alit-a-logregluni