Viðtøkur felagsins
- 1. Navn
Navn felagsins er Grindamannafelagið.
- 2. Endamál
Endamál felagsins er at:
- Varðveita og menna grindadráp fyri á skynsaman hátt at gagnnýta grind eftir tørvi.
- Samstarva við onnur feløg við líknandi stevnu bæði her heima, í Norðurlondum og um heimin allan.
- Upplýsa innan- og uttanlands um grind og um grindadráp.
- Vera við til at stuðla vísindarligar kanningar um grind og livilíkindi hennara.
- 3. Limaskapur
Ein og hvør við við áhuga fyri grindadrápi kann gerast limur í felagnum. Feløg kunnu søkja nevnd felagsins um limaskap í felagnum. Rætt til fastan limaskap hevur hvør hvalvág góðkend fyri 1. mars í verandi ári við einum umboði og einum eykaumboði. Fyri aðalfundin boða sýslumenninir felagnum frá, hvørji umboðini fyri hvørja hvalvág í teirra umdømi eru. Nevndin kann útihýsa limi, ið brýtur viðtøkur felagsins, úr felagnum. Útihýstur limur kann kæra avgerð nevndarinnar á fyrstkomandi aðalfundi.
- 4. Nevnd
Í nevnd felagsins sita 3 limir og 3 varalimir: formaður, vara-formaður og skrivari. Nevndin skipar seg sjálv við formanni ella varaformanni sum kassameistara felagsins. Nevndarlim-ir kunnu veljast millum limir felagsins. Nevndin situr í 2 ár í senn: 1 limur og 2 varalimir verða valdir óstøk ár og 2 limir og 1 varalimur støk ár. Varalimir sita í 2 ár. Serlig reglugerð verður gjørd fyri nevndina.
- 5. Roknskapur
Álmanakkaárið er roknskaparár felagsins. Limagjaldið verð-ur ásett á aðalfundinum.
- 6. Aðalfundurin
Aðafundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í mars mánaði. Boðast skal til aðalfundar við lýsing í bløðunum við minst 3 viku freist. Lýsingin skal nevna tíð, stað og skrá fyri fundin. Rætt til at møta á aðalfundi hava allir limir felagsins. Rætt til at at-kvøða á aðalfundi hava føstu limir felagsins. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið helvtin av føstu limunum eru møttir. Er árligi aðalfundurin ikki viðtøkuførur sambært við-tøkunum, verður stevnt til nýggjan aðalfund, ið skal verða hildin seinast ein mánað eftir vanliga aðalfundin. Nýggi aðalfundurin hevur aðalfundarmyndugleika millum møttar fastar limir. Hvør hvalvág hevur 1 atkvøðu. Allar avgerðir verða avgjørdar við vanligum atkvøðumeiriluta. Mál, ið skulu viðgerast á fundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.
- 7. Aðalfundarskrá
- Formaðurin greiðir frá virki felagsins farna árið
- Roknskapur felagsins verður lagdur fram til góðkenningar
- Val av nevnd og varamonnum
- Val av grannskoðara
- Ásetan av limagjaldi
- Innkomin mál
- Ymiskt
- 8. Fundarfráboðan
Formaðurin boðar til fundar, tá ið tað verður hildið neyðugt. Hann ásetur fundartíð og fundarstað. Hann hevur skyldu til skjótast gjørligt og í seinasta lagi innan 14 dagar at kalla saman til eykaaðalfundar, tá ið í minsta lagi 3 av føstu limum felagsins seta fram ynski um hetta.
- 9. Virki felagsins
Nevndin skipar fyri dagliga virki felagsins samsvarandi viðtøkunum. Hon hevur ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum. Formaður og kassameistari kunnu binda felagið eftir nærri greindari reglugerð.
- 10. Serstakar nevndir
Felagið og nevndin kunnu seta serstakar nevndir til at røkja serstakt arbeiði fyri felagið og nevndina.
- 11. Viðtøkubroytingar
Viðtøkur felagsins kunnu bara broytast á aðalfundi samsvar-andi reglunum í § 6. Avtøka av felagnum skal vera samtykt á tveimum fylgjandi aðalfundum við minst 2/3 av atkvøð-unum fyri avtøku. Aðalfundurin avger, hvat skal gerast við ognir felagsins.
Samtykt við broytingum á aðalfundi í Norðurlandahúsinum í Tórshavn tann 23. mars 2019