Grindamannafelagið hevur fingið avrit av eini grein um fiti sýrur í spiki av grindahvali.

Spikroyndirnar, sum eru grundarlag undir kanningunum í greinini, eru tiknar av tveimum grindum í 2015. Fyrra grindin varð í Miðvági tann 6. juni, og seinna grindin varð í Sandagerði tann 23. juli.

Ein stutt samanumtøka av niðurstøðuni í kanningini er, at tað eisini finnast nógv góð føðsluevni í spiki, sum eru heilsugagnlig fyri menniskjur, og at vit føroyingar liva longri og eru minni dementir enn flestu aðrar population her á jørð.

Hóraldur Joensen hevur skrivað greinina, og er hon kunngjørd í NVDRit 2023:14 (Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya)

Vit í Grindamannafelagnum hava fingið loyvi at leggja avrit av greini her á gmf.fo

Eru spurningar ella viðmerkingar til upplýsingar í sjálvari greinini, kunnu tit seta tykkum í samband við Hórald Joensen, teldupostur: horaldurj@setur.fo

[ Trýst her  ] fyri at lesa greinina.