1. Navn
Navn felagsins er Grindamannafelagið.
2. Endamál
Endamál felagsins er at:
1. Varðveita og menna grindadráp fyri á skynsaman hátt at gagnnýta grind eftir tørvi.
2. Samstarva við onnur feløg við líknandi stevnu bæði her heima, í Norðurlondum og um heimin allan.
3. Upplýsa innan- og uttanlands um grind og um grindadráp.
4. Vera við til at stuðla vísindarligar kanningar um grind og livilíkindi hennara.
3. Limaskapur
Ein og hvør við við áhuga fyri grindadrápi kann gerast limur í felagnum. Feløg kunnu søkja nevnd felagsins um limaskap í felagnum. Rætt til fastan limaskap hevur hvør hvalvág góðkend fyri 1. mars í verandi ári við einum umboði og einum eykaumboði. Fyri aðalfundin boða sýslumenninir felagnum frá, hvørji umboðini fyri hvørja hvalvág í teirra umdømi eru. Nevndin kann útihýsa limi, ið brýtur viðtøkur felagsins, úr felagnum. Útihýstur limur kann kæra avgerð nevndarinnar á fyrstkomandi aðalfundi.
4. Nevnd
Í nevnd felagsins sita 3 limir og 3 varalimir: formaður, varaformaður og skrivari. Nevndin skipar seg sjálv við formanni ella varaformanni sum kassameistara felagsins. Nevndarlimir kunnu veljast millum limir felagsins. Nevndin situr í 2 ár í senn: 1 limur og 2 varalimir verða valdir óstøk ár og 2 limir og 1 varalimur støk ár. Varalimir sita í 2 ár. Serlig reglugerð verður gjørd fyri nevndina.
5. Roknskapur
Álmanakkaárið er roknskaparár felagsins. Limagjaldið verð-ur ásett á aðalfundinum.
6. Aðalfundurin
Aðafundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundur verður hildin á hvørjum ári í seinasta lagi 1. mai. Boðast skal til aðalfundar við lýsing á sjónligum staði við minst 3 viku freist. Lýsingin skal nevna tíð, stað og skrá fyri fundin. Rætt til at møta á aðalfundi hava allir limir felagsins. Rætt til at at-kvøða á aðalfundi hava føstu limir felagsins. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá ið helvtin av føstu limunum eru møttir. Er árligi aðalfundurin ikki viðtøkuførur sambært við-tøkunum, verður stevnt til nýggjan aðalfund, ið skal verða hildin seinast ein mánað eftir vanliga aðalfundin. Nýggi aðalfundurin hevur aðalfundarmyndugleika millum møttar fastar limir. Hvør hvalvág hevur 1 atkvøðu. Allar avgerðir verða avgjørdar við vanligum atkvøðumeiriluta. Mál, ið skulu viðgerast á fundinum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.
7. Aðalfundarskrá
1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins farna árið
2. Roknskapur felagsins verður lagdur fram til góðkenningar
3. Val av nevnd og varamonnum
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt
8. Fundarfráboðan
Formaðurin boðar til fundar, tá ið tað verður hildið neyðugt. Hann ásetur fundartíð og fundarstað. Hann hevur skyldu til skjótast gjørligt og í seinasta lagi innan 14 dagar at kalla saman til eykaaðalfundar, tá ið í minsta lagi 3 av føstu limum felagsins seta fram ynski um hetta.
9. Virki felagsins
Nevndin skipar fyri dagliga virki felagsins samsvarandi viðtøkunum. Hon hevur ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum. Formaður og kassameistari kunnu binda felagið eftir nærri greindari reglugerð.
10. Serstakar nevndir
Felagið og nevndin kunnu seta serstakar nevndir til at røkja serstakt arbeiði fyri felagið og nevndina.
11. Viðtøkubroytingar
Viðtøkur felagsins kunnu bara broytast á aðalfundi samsvar-andi reglunum í § 6. Avtøka av felagnum skal vera samtykt á tveimum fylgjandi aðalfundum við minst 2/3 av atkvøð-unum fyri avtøku. Aðalfundurin avger, hvat skal gerast við ognir felagsins.
Samtykki
1. Samtykt við broytingum á aðalfundi í Norðurlandahúsinum í Tórshavn tann 23. mars 2019.
2. Samtykt at broyta treytirnar viðv. lýsing av aðalfundi á aðalfundi í Tórshavn tann 15. apríl 2023.