Sum øllum kunnugt, so hevur ein ákæra veri sett fram mótvegis sýslumanni og grindaformonnum í norður økinum. Felagið hevur arbeitt við at fáa lógina um djóravælferð broytta. Hettar arbeiði kom loksins til enda, tá lógar uppskotið bleiv samtykt og bleiv lýst, við gildiskomu tann 29 mai, 2026.

Síðani hava vit bíða eftir at hoyra frá ákæruvaldinum, um ákæran mótvegis hesum somu, bleiv slept ella roynd í rættinum.

Nú hava avarðandi persónar fingið at vita skrivliga, at øll ákæran móti teimum er slept og teir eru ikki ákærdir longur.

Eitt tógvi stríð og miðvíst arbeiði er sostatt komi at enda og fegnast felagið nú um, at man aftur kann fara í grind og ikki vera bangin fyri, at vera meldaður eftir djóravælferðarlógini og at allar ákærur eru sleptar.