Aðalfundur hjá Grindamannafelagnum
Aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum verður hósdagin 14. mai 2026 kl. 13:00, í hølinum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddin, Heiðavegur 19, Saltangará.
Skrá er sambært lógum felagsins:
1) Formaðurin greiðir frá virki felagsins farna árið
2) Roknskapur felagsins verður lagdur fram til góðkenningar
3) Val av tveimum nevndarlimum og einum varalimi
4) Val av grannskoðara
5) Ásetan av limagjaldi
6) Innkomin mál
7) Ymiskt
Gestarøðarar verða við.
Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost gmf@gmf.fo í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin, t.v.s. í seinasta lagi hósdagin 7. mai 2026.
Fundurin er almennur, og nýggir limir kunnu tekna seg.
Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur ein tíma seinni.
Vinarliga
Grindamannafelagið
