Grindamannafelagið hevði aðalfund 15. apríl 2023, umframt vanligu skránna sum varð sambært viðtøkunum, nýtti starvsnevndin høvið at takka undanfarna formanni, Ólavur Sjúrðaberg, fyri øll árini hann hevur siti sum formaður í felagnum. Sum minnið um tíðina, handaði Ragnar Jacobsen ein málning, sum Livar Nysted hevur málað til høvið.
Á fundinum varð eisini nevndarval, og nevndin hevur síðani skipa seg soleiðis.
Esmar Joensen (Hvítanes), formaður
Tóri Simonsen (Hvannasund), næstformaður og peningarøkil
Bjartur Tórhalsson (Vestmanna), skrivari
Ragnar Jacobsen (Miðvágur), tiltakslimur
Eystein Í Løðu (Bøur), tiltakslimur
Bogi Hansen (Runavík), tiltakslimur
Sí annars upplýsingar um nevndina her: [ Trýst her ]
Fundurin endaði við, at Bjarni Mikkelsen lívfrøðingum, hevði eina áhugaverdari framløgu um útbreiðslu, familjubond, føði og merking av grind og springara.
Nýggja nevndin fer framhaldandi at arbeiða við, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, tað ber til at skráseta seg sum lim við at trýsta her: [ Trýst her ]
Limagjaldið er einans 200,00 kr./ár fyri einstaklingar, og 700,00 kr./ár fyri virkir, stovnar og feløg.
Limir sum áður hava fingið vanligt bræv við uppkravi, og sum framvegis ikki hava skrásett seg á heimasíðuni, verða bidnir um at skráseta seg av nýggjum á heimasíðuni.
Sum limur hevur fær tú ymiskar ágóðar [ Trýst her ]


