Loyvisprógv frá mønustingaraskeiðinum 8. og 10. mai 2024 eru nú klár. Sí boð niðanfyri frá sýslumonnunum, nær og hvar tey skulu heintast. Minst til at hava samleikaprógv við.

Kristjan Martin Joensen, sýslumaður:
Kortini kunnu avheintast í avgreiðsluni á Politistøðini í Tórshavn, ella eftir avtalu við sýslumannin.

Jaspur Vang, sýslumaður:
Skeiðsluttakararnir kunnu koma eftir kortunum gerandisdagar millum kl. 10:00 og kl. 15:00 á Politistøðini á Tvøroyri – hjá sýslumanninum.