Aftur í ár fekk Grindamannafelagið (GMF) tann heiður at skera upp ein grindahval á Sjómannadegnum í Klaksvík.
Talan varð um ein 12 skinn fisk, frá grindini í Gøtu tann 5. juli 2024, sum bleiv niður frystur eftir skifti, og síðani líðandi tinaður upp aftur í einum køli húsið, til høvið.
Hvalurin kom til øki við einum gaffil trukki, og hetta vakti stóran ans og áhuga ímillum serliga børn og ung. Tey vildu sleppa at nerta og síggja ein “ordiligan” hval.
Tá hvalurin varð komin at liggja trygt, skipaði GMF fyri uppskering av hvalinum. Nevndin og limir í felagnum skóru upp, ímeðan formaðurin í GMF greiddi frá á enskum tungumáli hvat gekk fyri seg, og um hvalaveiðu í Føroyum.
Umleið 100 fólk fylgdu við, og ein stórur partum av hesum vóru áhugaðir útlendskir gestir, ið róstu tiltakinum aftaná. Tvøst bleiv samstundis grilla í tjaldinum við síðurnar av har skorið bleiv upp.
Vit lata myndirnar tala fyri seg.













