Aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum verður leygardagin 5. apríl 2025 kl. 12:00, í Roykvirkinum, Faktorsvegur 6, Klaksvík.

Skrá er sambært lógum felagsins:

1) Formaðurin greiðir frá virki felagsins farna árið

2) Roknskapur felagsins verður lagdur fram til góðkenningar

3) Val av einum nevndarlimi og tveimum varalimum

4) Val av grannskoðara

5) Ásetan av limagjaldi

6) Innkomin mál

7) Ymiskt

Gestarøðari verður við.

Ynskjast mál á skrá til “innkomin mál”, skal frágreiðing sendast felagnum á teldupost gmf@gmf.fo í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin, t.v.s. í seinasta lagi leygardagin 29. mars 2025.

Fundurin er almennur, og nýggir limir kunnu tekna seg.

Um fundurin ikki er viðtøkuførur, verður eykaaðalfundur ein tíma aftaná.

Vinarliga

Grindamannafelagið